2023-05-11 12:05
Formaðurin í danska vinstraflokkinum, Jakob Ellemann-Jensen, vendir aftur til politikk eftir sjúkramelding 1. august.
- Samráð við teir læknar og sálarfrøðingar, sum eg tosi við, havi eg gjørt av at venda aftur 1. august, tá nýggja tingárið byrjar, skrivar hann í eini dagføring á Facebook.
Í dagføringini boðar Ellemann frá, at hann ætlar at venda aftur á øllum uppgávum, sum floksformaður í Venstre, verjumálaráðharri og varaforsætisráðharri.
Tað eru júst tríggir mánaðir síðan, at Jakob Ellemann-Jensen varð sjúkrameldaður í ókenda tíð orsaka av strongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald