Mentan

Ellen Hillingsø í Steinprenti

16. mai kl. 19 kemur danska sjónleikarakvinnan Ellen Hillingsø til Steinprent at halda upplestur og prát

2024-05-13 13:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vit kenna hana frá Charlot og Charlotte, Oxen og fleiri øðrum donskum filmum og sjónvarpssendingum, og vit kenna røddina frá eini røð av ljóðbókum. Nú verður hon í Steinprenti, har hon fer at lesa yrkingar og tekstir hjá føroyskum og donskum rithøvundum og yrkjarum.

Millum hesi kunnu nevnast Christel Wiinblad, Solvej Balle, August Bovin Boberg, Caspar Eric, Hella Joof og tekstir eftir Ellen sjálvari.

Eilen Anthoniussen, samskipari av Føroyar lesa, tosar við Ellen um lívið sum sjónleikari, tað at lesa upp og týdningin av at hava bókmentir og list í sínum lívi.

Tiltakið er ókeypis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder