Mentan

Ellis- og røktarheimini hittast til jólaguðstænastu í Hoyvík

Gudstænastan verður mánadagin kl. 14

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-12-07 14:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Síðani Hoyvíkar kirkju varð vígd og tikin í nýtslu, hevur verið siður, at bjóða ellis- og røktarheinunum í Tórshavnar kommunu til jólaguðstænastu. Tað verður eisni gjørt í ár.

Hesa ferð verður guðstænastan mánadagin 8. desember kl. 14. Prestarnir í Hoyvík plaga at prædika.

Børn úr Frítíðarskúlanum ganga lusiagongu, og eftir guðstænastuna bjóðar kirkjuráðið í Hoyvík ein góðan drekkamunn.

- Sum kirkja gleðast vit um at vera ein virkin partur av samfelagnum rundan um okkum og geva tað aftur, ið vit kunnu, verður sagt úr Hoyvík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder