Innanlands

Ellisheimið á Sýnini 50 ár

Nýumvældi bygningurin í Miðvági stendur í dag, sum ein av nógvum arkitektoniskum perlum eftir J. P. Gregoriussen

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-06-30 07:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 2. juli eru liðin hálvthundrað ár síðan ellisheimið í Vágum, sum nú eitur Ellisheimið á Sýnini, varð tikið í nýtslu.

Tað var eftir tógvi stríð, at tað eydnaðist borgarum, kommununum í Vágum, politikarum úr oynni við fleiri, at fáa bygt eitt ellis- og røktarheim í Vágum. Prýðiligi bygningurin stóð liðugur 2. juli 1972.

Tað er navnframi arkitekturin J. P. Gregoriussen, sum hevur sniðgivið hesa arkitektonisku perlu, og stendur bygningurin nú eftir, sum ein varði millum onnur arkitektonisk og eyðkend bygningsverk.

Hesi 50 árini eru tað nógv, sum hava havt ellisheimið sum sítt heim, og man hvørt mansbarn í Vágum á ein ella annað hátt havt og hava eitt tilknýti til ellisheimið, sum avvarðandi.

Í samband við 50 ára dagin, verður hátíðarhald á Ellisheiminum á Sýnini leygardagin Frá klokkan 13 til 17 verður opið hús og almenn móttøka verður frá kl. 14. Møguleiki verður at ganga runt á heiminum, vitja búeindirnar, og síggja hvussu alt sær út aftan á stóru umbyggingina sum er farin fram seinastu árini.

Til móttøkuna verður tað Jóngerð Martinsdóttir Nielsen, stjóri fyri Vesturvón sum bjóðar vælkomin og sigur nøkur orð. Síðani fer Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu og stýrisforkvinna, at flyta fram røðu og Vágakórið syngur nakrar sangir. Til seinast fer Sólvit Emilsson Nolsø, landsstýrismaður við almannamálum at flyta fram røðu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder