Innanlands

Ellisheimið fekk heiðurin fyri Ársins átak

Tey fingu heiðurin fyri serstakan loppumarknað við gloymdum klæðum, sum hava hópað seg upp á Ellisheiminum gjøgnum árini. Ágóðan av søluni fingu búfólkini

2023-12-13 13:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Starvsfólk og búfólk á Ellisheiminum í Havn hava fingið heiðurin fyri ársins átak hjá Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu.

Tey fingu heiðurin fyri serstakan loppumarknað, ið tey skipaðu fyri í ár. Talan var um loppumarknað við gloymdum klæðum, sum hava hópað seg upp á Ellisheiminum gjøgnum árini.

Ágóðan av søluni fingu búfólkini. Øll fingu tey heimagjørda innbjóðing til at fara á kafe í býnum. Tey, ið ikki høvdu møguleika at fara so langt, fóru á kafe í kjallaranum á Ellisheiminum og fingu fína køku úr býnum.

Á hvørjum ári velur Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu ársins átak. Ársins átak er átak, sum á einhvønn hátt kann metast sum serligt, bæði í mun til góðsku og sum brýtur frá vanliga gerandisdegnum. Átakið skal gagna borgarum, sum fáa tænastu frá Heilsu- og umsorganartænastuni.

[object Object]

Ein dómsnevnd velur millum innkomnu uppskotini, sum í ár vóru seks í tali. Í ár hevur dómsnevndin valt at heiðra starvsfólk og leiðslu á Ellisheiminum fyri at hava skipað fyri serstøkum loppumarknað á Ellisheiminum, har bæði búfólk og avvarðandi vórðu boðin við.

Átakið tekur støði í endamálinum, at búfólkini skulu hava ein innihaldsríkan og virknan gerandisdag. Hetta leggur Ellisheimið stóran dent á. Eisini er hetta í samsvari við politikkin hjá Heilsu- og umsorganartænastuni, at búfólk á røktarheimum skulu kenna seg sum part av felagsskapinum.

Við hesum átaki hava búfólkini virknan leiklut í nærumhvørvinum, har nærumhvørvið kemur inn á Ellisheimið, eins og Ellisheimið fer út í nærumhvørvið.

[object Object]

Átakið við loppumarknaðinum er sera gott høvi at savna búfólk og avvarðandi til eitt hugnaligt tiltak, sum eisini hevur nógv annað í sær. Starvsfólk hava sjálvi staðið fyri, og ágóðin fellur aftur á búfólkini sum felagsskapur.

Aftrat er talan um týðiliga hugsan um endurnýtslu samsvarandi við heimsmál um umhvørvið. Átakið er somuleiðis góð fyrimynd og lætt at skipa á øðrum røktarheimum.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder