Innanlands

Ellivu svumu um Nólsoyarfjørð

Tað tók umleið hálvan annan tíma at svimja úr Havn til Nólsoyar. Allir svimjararnir komu á mál

(Mynd: Evy Toftegaard Nielsen)

(Mynd: Evy Toftegaard Nielsen)

2021-08-14 12:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í morgun klokkan 8:45 varð farið á bláman niðanfyri Radioamatørararnar yviri við Strond í Havn, og kósin varð sett móti Nólsoyarbygd.

Ellivu luttakarar vóru á teininum sum í beinari linju er 4 kilometrar, men við streymi og øðrum gerst áleið 6 kilometrar langur.

Tað tók umleið hálvan annan tíma hjá teimum ellivu svimjarunum at gjøgnumføra og tað vóru bara fimtan minuttir í millum til tann fyrsti kom á mál til tann seinasti stóð uppi á landi í Nólsoy.

Oluf Færø var skjótastur um Nólsoyarfjørð við tíðini 1:22:26. Honum í hølunum var Erling Eidesgaard. Við tíðini 1:24:58 og nummar trý var Eyðun Húsgarð við tíðini 1:28:50.

Svomið hevur verið á ovastevnu síðani 1998.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder