Elmar Højgaard fer nú at gevast sum stjóri hjá Vørn. Tað visti Kringvarpið at siga á middegi.
70-ára gamli Elmar Højgaard hevur verið stjóri á Fiskiveiðueftirlitinum í 22 ár. Í 2013 løgdu tilbúgvingarstovnurin MRCC/Tórshavn Radio og Fiskiveiðueftirlitið saman, og Elmar gjørdist forstjóri hjá Vørn.
Vørn, har 81 fólk arbeiða, søkir nú eftir nýggjum stjóra. Elmar Højgaard heldur fram, til ein avloysari er funnin.
Vørn er stovnur, sum bygnaðarliga er skipaður undir Fiskimálaráðnum. Uppgávurnar hjá stovninum fevna um høvuðsøkini fiskiveiðieftirlit og bjarging á føroyskari havleið. Bygnaðarligu eindirnar á stovninum eru: Fiskiveiðieftirlitið, MRCC/Th. Radio, Veðurtænastan og skipini Brimil og Tjaldrið. Stovnurin hevur eisini avtalu við Atlantsflog í samband við tyrlutænastu. Samlaða fíggjarliga játtanin er umleið 63 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald