Uttanlands

Elon Musk ætlar at gevast sum Twitter-stjóri

– Eg fari frá, so skjótt eg finni ein, sum er nóg tápuligur at yvirtaka starvið, sigur hann

Elon Musk yvirtók stjórastarvið á Twitter, eftir at hann hevði keypt sosiala miðilin í oktober (Savnsmynd)

Elon Musk yvirtók stjórastarvið á Twitter, eftir at hann hevði keypt sosiala miðilin í oktober (Savnsmynd)

2022-12-21 12:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ríkmaðurin Elon Musk ætlar at gevast sum stjóri á sosiala miðlinum Twitter, tá hann hevur funnið onkran at yvirtaka starvið.

Herfyri koyrdi hann eina atkvøðugreiðslu út á sín Twitter-vanga, har fólk kundu atkvøða um, hvørt hann skuldi leggja frá sær sum stjóri ella ikki. Yvir 17 milliónir brúkarar atkvøddu, og 57,5 prosent av teimum atkvøddu fyri, at hann skuldi gevast sum stjóri.

Í nátt okkara tíð boðaði Musk so frá í dagføring á Twitter, at hann ætlaði at leggja frá sær.

– Eg fari frá sum stjóri, so skjótt eg finni ein, sum er nóg tápuligur at yvirtaka starvið, skrivar hann sambært Ritzau.

Musk, ið eisini eigur m.a. Tesla, ásannar, at hann hevur ov nógv at taka sær av, men at tað er ikki lætt at finna ein nýggjan stjóra til Twitter.

– Eingin, sum klárar at halda lív í fyritøkuni, vil hava starvið, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder