Fríggjadagin varð keypið hjá amerikanska ríkmanninum Elon Musk av sosiala miðlinum Twitter avgreitt, og stutt eftir hetta koyrdi hann leiðsluna frá.
Nú skrivar Reuters, at Elon Musk hevur sett seg sjálvan sum stjóra í fyritøkuni, sum hann keypti fyri 44 milliardir dollarar (326 milliardir krónur).
Elon Musk, ið er ríkasti maður í heiminum í løtuni, er stjóri í fleiri øðrum fyritøkum, m.a. SpaceX og Tesla. Og partabrævið hjá Tesla er minkað munandi í virði, síðan Elon Musk í apríl boðaði frá, at hann ætlaði at keypa Twitter.
Partabrævið hjá Tesla er minkað ein triðing í virði, síðan keypið varð fráboðað. Til samanberingar minkaði vísitalið S&P 500 12 prosent í sama tíðarskeiði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald