Uttanlands

Elon Musk letur eina millión um dagin

Fram til amerikanska forsetavalið 5. november fer ríkmaðurin at lata eina millión hvønn dag til amerikanara, sum luttekur í hansara talgildu undirskriftainnsavning

Elon Musk á valtiltaki í Pennsylvania 17. oktober (Mynd: Reuters)

Elon Musk á valtiltaki í Pennsylvania 17. oktober (Mynd: Reuters)

2024-10-20 12:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ríkmaðurin Elon Musk hevur í nátt givið einum amerikonskum manni, sum luttók á einum valtiltaki í Pennsylvania, eina millión dollarar.

Og hann ætlar sær at lata eina millión hvønn dag fram til amerikanska forsetavalið, sum verður 5. november, skrivar Ritzau.

Ein millión amerikanskar dollarar svarar til 6,8 milliónir krónur.

Fyri at vera við í lutakastinum um eina millión, skulu fólk luttaka í talgildu undirskriftainnsavningini hjá Elon Musk um, at tey taka undir við 1. og 2. grundlógarískoyti til amerikonsku grundlógina, sum tryggjar rættin til talufrælsi og rættin til at bera vápn. Hetta var eisini eitt krav fyri at luttaka á valfundinum í Pennsylvania, sum hevði til endamáls at tryggja fleiri atkvøður til Trump.

Elon Musk hevur luttikið á fleiri valtiltøkum hjá republikanska forsetavalevninum. Mikudagin varð eisini kunngjørt, at Musk hevur latið umleið 75 milliónir dollarar - yvir hálva milliard krónur - til ein stuðulsgrunn, sum hann sjálvur hevur stovnað, og sum hevur til endamáls at stuðla valstríðnum hjá Trump.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder