Kosmonauturin Andreij Valerievich Fediaev er fyrrverandi majorur í russiska flogvápninum. Í morgun varð hann sendur út í rúmdina. Tað SpaceX-felagið hjá Elon Musk, sum syrgdi fyri tí.
Klokkan 05:34 í morgun byrjaði túrurin út í rúmdina fyri russiska kosmonautin. Í toppinum á eini Falcon 9-rakett lá hann og tríggir aðrir rúmdarfarar inni í rúmdarfarinum Dragon Endeavour. Útskjótingin fór fram frá Kennedy Space Center í Florida.
Teir fýra skulu út til altjóða rúmdarstøðina, har teir skulu vera í knapt hálvt ár.
Rúmdarfelagið hjá ríkmanninum Elon Musk, SpaceX, hevur sáttmála við amerikanska rúmdarstovnin, Nasa, um at senda manning út til altjóða rúmdarstøðina. Fleiri feløg vóru við í kappingini um at fáa sáttmálan, men SpaceX vísti seg tøkniliga at vera komin nógv longst, skrivar NRK.
Hetta er sætta ferðin í røðini. Fyrsta royndin varð mánakvøldið brotin av, orsaka av tekniskum trupulleikum. Hetta var fyrsta ferðin, at SpaceX mátti bróta eina ætlaða mannaða rakettútskjóting av orsaka av tekniskum avbjóðingum.
Altjóða rúmdarstøðin varð bygd beint eftir, at kalda kríggið millum USA og Russland var av. Russar niðurløgdu sína egnu Mir-støð fyri at miðsavna seg um ta nýggju.
Rúmdarstøðin er í tveimum. Einum russiskum og einum amerikanskum parti. Báðir partar mugu rigga fyri at støðin skal virka.
Nýggjar manningar til støðina verða skotnar upp úr bæði Russlandi og USA. Tað er vanligt, at fleiri ymsar tjóðir eru umboðaðar í manningini. Ein amerikanskur astronautur, sum í løtuni er úti á støðini, varð sendur upp í eini russiskari Sojus rakett. Nú er ein russiskur kosmonautur so skotin upp í eini amerikanskari Dragon.
Andreij Valerievich Fediaev er 42 ára gamal og útbúgvin í flogverjuni. Hann gavst í verjuni í 2012, tá hann gjørdist partur av kosmonaut-liðnum. Nann náddi at gerast majorur, og hevði 500 skrásettar flúgvitímar í ymsum flogførum.
Úti í rúmdarstøðini skal Fediaev búgva í russiska partinum. Manningin umborð hevur atgongd til allar partar á støðini.
Í komandi tíðum verða nógv fólk har úti. Tríggir rúmdarfarar, sum skuldu heim við einum russiskum fari, máttu vera verðandi har úti í eitt hálvt ár eyka, tá leki kom í farið, so tað ikki kundi brúkast av fólki.
Manningin á farinum, sum nú er á veg út á altjóða rúmdarstøðina, er frá vinstru Andreij Fediaev frá russiska Roscosmos-rúmdarstovninum, amerikanararnir Warren Hoburg og Stephen Bowen frá Nasa og Sultan Alneyadi frá Sameindu arabisku Emiratunum (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald