Innanlands

Elprísurin hækkar ikki komandi ár

Regluligi eykaaðalfundurin hjá SEV hevur í dag samtykt fíggjarætlanina fyri komandi ár, sum er løgd til rættis uttan prísbroytingar

– Skal stóra orkuskiftið fyri framman eydnast, krevst miðvíst og breitt samstarv millum politisku skipanirnar, orkumyndugleikan, SEV og onnur, sigur Kári Johansen, nevndarformaður í SEV

– Skal stóra orkuskiftið fyri framman eydnast, krevst miðvíst og breitt samstarv millum politisku skipanirnar, orkumyndugleikan, SEV og onnur, sigur Kári Johansen, nevndarformaður í SEV

2021-11-26 12:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í ár væntar SEV eitt yvirskot á 64 mió. kr., og yvirskotið verður brúkt til komandi útbyggingar.

Eftirspurningurin eftir elorku hevur ongantíð verið størri, samstundis sum, at grøna orkuframleiðslan í 2021 liggur undir miðal. Hetta orsakað av frostbinding í fleiri vikur fyrst í árinum og sera góðum veðri í vár og summar, umframt avbjóðingum við generatorfeilum á fleiri vindmyllum. Oljuútreiðslurnar eru tískil met høgar, partvís orsakað av væl hægri oljunýtslu og partvís orsakað av høgum oljuprísi.

Eykaaðalfundurin samtykti at geva SEV loyvi til at endurfíggja 1,4 mia. kr. av verandi skuld, og at útvega nýggja fígging á 0,8 mia. kr. til komandi útbyggingar.

Ferðin á grønu kósini skal haldast
– Skal stóra orkuskiftið fyri framman eydnast, krevst miðvíst og breitt samstarv millum politisku skipanirnar, orkumyndugleikan, SEV og onnur, segði Kári Johansen, nevndarformaður í SEV.

Pumpuskipanin er alneyðug fyri eina grønari elskipan við væl meiri vindi, og nevndarformaðurin fegnaðist um útsøgnina hjá landsstýrismanninum um, at støða verður tikin til umsóknina um loyvi til pumpuskipan í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder