Innanlands

Elriknu rennihjólini eru ólóglig á almennum vegi

Løgreglan ávarar um at tey fara at skriva bøtur til tey, sum síggjast koyrandi á grønu rennihjólunum, sum vórðu sett út í býin í dag til ein og hvønn at brúka

(Mynd: Hopp Tórshavn)

(Mynd: Hopp Tórshavn)

2022-04-20 18:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan er framvegis av teirri áskoðan, at tað er ólógligt at koyra á elriknum rennihjóli á øki, sum er fevnt av føroysku ferðslulógini.

Tað boðar løgreglan frá á heimasíðuni politi.fo í dag

Ferðslulógin er galdandi á vegum og parkeringsøkum, har vanlig ferðsla er, skrivar løgreglan, og vísir á, at sambært grein 11 1. stk er tað ólógligt at brúka eitt motorrikið akfar, tá tað ikki er skrásett. Eitt rennihjól er eitt motorrikið akfar (motorkøretøj), verður staðfest.

Tað var í fjør, at 50 grøn rennihjól vórðu at síggja á almennum plássum í Havn. Men tað gekk ikki long tíð, so hevði løgreglan lagt hald á øll rennihjólini. Síðan hevur málið verið viðgjørt í rættarskipanini, og herfyri staðfesti landsrætturin, at løgreglan ikki hevði heimild at leggja hald á rennihjólini.

Í morgum sóust hesi rennihjólini hjá tænastuni Hopp aftur á Havnargøtum, og tey hava í dag verið at uppliva, bæði úti á koyribreytini og á gongubreytunum í býnum. Treytin fyri at brúka hesi rennihjól er, at ein hevur sett pengar inn á eina serliga app at gjalda við.

Men løgreglan sendir nú út hesa ávaringina:

- Nýtsla av einum motorriknum rennihjóli uttan skráseting á øki, har ferðslulógin er galdandi, er brot á ferðslulógina, og tú fært bót, um løgreglan hittir teg á einum slíkum akfari.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder