Í 2026 hevur borgarstjórin í landsins størstu kommunu í fleiri førum verið aðrastðani enn á Vaglinum og havt skrivstovu.
Fyrst úti i Heysti, síðani á Velbastað og í síðsta mánaða í Kirkjubø.
Tórshavnar kommuna skrivar, at í í vikuni verður tað sama gjørt í Kaldbak, og ætlanin er at gera tað sama í øðrum bygdum í kommununi komandi tíðina.
Hósdagin 3. september flytur Elsa Berg skrivstovu sín. Endamálið er at kunna seg um viðurskifti í Kaldbak og at hitta fólk á staðnum, sum harvið eisini fáa høvi at tosa við borgarstjóran um ymiskt, sum kann liggja teimum á hjarta.
Byrjað verður klokkan 12.30, tá borgarstjóri, umsitingin og staðbundna nevndin fara runt og kunna seg um ymisk viðurskifti. Millum klokkan 14.00 til 17.00 verður borgarstjórin at hitta í Høllini í Kaldbak, skrivar torshavn.fo.![]()
Kaldbak (Mynd: torshavn.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald