Í Tórshavnar kommunu eru í løtuni um 800 býli, har fólk ikki hava fastan bústað, tí talan er um stutttíðarleigumál.
Hetta ynskir borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Elsa Berg, at gera nakað við. Hon kundi ynskt sær ein møguleika fyri at avmarka møguleikanum fyri stutttíðarleigu, har tørvur er á tí.
- Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu vil eg loysa trupulleikan, men vantandi lógarheimild ger, at vit ikki fáa loyst trupulleikan. Tí mugu landsstýrið og Løgtingið uppí og broyta lógina, skrivar Elsa Berg í almennum skrivi í dag.
Les á Lesaranum: - Tað ber til at loysa bústaðartrupulleikan
- Bústaðarmarknaðurin má vera til fólk, ið skulu búgva fast, ikki til stutttíðarleigu, sigur Elsa Berg millum annað í skrivinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald