- Eitt nýtt ár merkir eisini eina nýggja byrjan, og tað ger tað eisini fyri meg. Í dag taki eg við sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og eg gleði meg at fara til verka saman við nýggja býráðnum.
Tað sigur Elsa Berg í nýggjársheilsan á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.
Hon fekk eitt kanón val í november, og eftir samráðingarnar gjørdist greitt, at landsins størsta kommuna fór at fáa nýggjan borgarstjóra. Ein ungan borgarstjóra.
Tórshavnar kommuna hevur nevniliga ikki áður havt ein so ungan borgarstjóra. Elsa Berg er 29 ára gomul.
Varaborgarstjóri er 78 ára gamli Heðin Mortensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald