Innanlands

Elsa Østergaard nýggjur deildarstjóri í Uttanríkis- og mentamálaráðnum

Hon er 46 ára gomul og útbúgvin cand. jur, umframt at hava tikið grundleggjandi leiðsluskeið og Diplomútbúgving í leiðslu og onnur viðkomandi skeið. Elsa tekur við sum stjóri á Útbúgvingardeildini 1. januar

Elsa Østergaard hevur 16 ára royndir innan bæði føroyska og danska fyrisiting, harav 7 ára royndir sum fulltrúi í Innlendismálaráðnum

Elsa Østergaard hevur 16 ára royndir innan bæði føroyska og danska fyrisiting, harav 7 ára royndir sum fulltrúi í Innlendismálaráðnum

2022-11-09 15:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Elsa Østergaard er sett sum deildarstjóri á Útbúgvingardeildini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Deildin hevur ábyrgdina av tí fakliga og politikkfyrireikandi arbeiðinum í breiðum týdningi innan útbúgvingarøkið og gransking, sum fevnir um alt frá dagstovni, fólkaskúla, miðnámi, hægri útbúgving, gransking v.m.

Elsa Østergaard er 46 ára gomul og útbúgvin cand. jur. í 2005 frá Århus Universitet, umframt at hava tikið grundleggjandi leiðsluskeið og Diplomútbúgving í leiðslu og onnur viðkomandi skeið. Hon hevur 16 ára royndir innan bæði føroyska og danska fyrisiting, harav 7 ára royndir sum fulltrúi í Innlendismálaráðnum, har hon m.a. hevur arbeitt við løgfrøði og ráðgivið leiðsluni.

Í 2013 byrjaði Elsa Østergaard hjá Ríkisumboðnum, har hon enn er, og har hon síðstu árini hevur starvast sum ”høvuðsráðgevi” við leiðsluábyrgd, og har arbeiðið er fjølbroytt og m.a. fevnir um ymiskar løgfrøðiligar uppgávur.

Harumframt røkir Elsa Østergaard ymiskt nevndararbeiði. Eitt nú var hon forkvinna í Kærunevndini fyri Lendismálum í nøkur ár, áðrenn hendan var niðurløgd, og hon er limur í Yvirfriðingarnevndini og ráðgevi fyri Norsk Veritas.

Elsa Østergaard tekur við starvinum tann 1. januar 2023.

Uttanríkis- og Mentamálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder