Elsa Jacobsen í er sett í starv sum samskipari av kunningarstovuni á Tvøroyri. Hetta skrivar tvk.fo seinnapartin.
Talan er um tíðaravmarkað verkætlanarstarv.
Elsa er hoyvíkskvinna. Hon hevur royndir innan ferðavinnu frá sínum undanfarna starvi á 62N, har hon hevur lært innan fyrisiting og ferðavinnu á incoming deildini.
Samstunds boðar Tvøroyrar kommuna frá, at sjálv kunningarstovan skjótt fær nýtt heim, har tað verða betri møguleikar at hava virksemi:
Tað er vegna minni tørv á avgreiðsluhølum, at Posta hevur gjørt av at flyta alt teirra virksemið úr bygninginum á Sjógøtu 2, í nýggja byggningin hjá MTV í Líðini í Trongisvági, har m.a. Rúsdrekkasøla Landsins heldur til.
- Bygningurin er bygdur sum avgreiðslubygningur, hann er sera sjónligur og liggur væl fyri í sentrum á Tvøroyri. Atkoman hjá rørslutarnaðum og eldri borgarum er sera góð, eins og góðir parkeringsmøguleikar er nær bygninginum. Her er løðistøðir til elbilar, busssteggipláss hjá bygdaleiðum, og nærmasti granni er SSL, ið samskipar allan ferðafólkflutning í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald