Tað er ikki ein samdur formansskapur í løgtinginum, sum hevur lagt uppskotið um broytingar í samsýning og eftirløn fram. Johan Dahl, Jóhannis Joensen og Bjørt Samuelsen hava lagt uppskotið fram.
Les eisini: Eftirlønin broytt, men eingin lønarhækkan til tingfólk
Fjórði limurin í formansskapinum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tekur ikki undir við tí. Uppskotið víkir frá tilmælinum, sum arbeiðisbólkurin kom við á tann hátt, at lønin ikki verður broytt.
- Tá man hevur biðið ein óvildigan arbeiðsbólk við fakfólki at gera eitt uppskoti til lønarviðurskiftini hjá løgtingsfólki eiga vit at fyrihalda okkum til tað, og leggja uppskotið fram sum tað er, ella slet ikki leggja tað fram, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur við útvarpið.
Hon heldur ikki, at tað er upp til formansskapin at gera broytingar í einum slíkum tilmæli. Tað er nakað, løgtingið eigur at taka støðu til.
Í uppskotinum frá formansskapinum, sum verður viðgjørt í løgtinginum í næstum, verður farið frá tænastumannalíknandi efitrlønarskipan til eina skipan, har landið rindar upp til 15 prosent av lønarsamsýningini hjá tingfólkum í pensjónsskipan.
Tingfólk fáa í dag eina samsýning, sum er 47.373,69 krónur mánðarliga, svarandi til 34. lønarflokk hjá tænastumonnunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald