Uttanlands

Elsta kvinna í heiminum deyð

Japanska Kane Tanaka andaðist í farnu viku, 119 ára gomul

Kane Tanaka gjørdist 119 ára gomul

Kane Tanaka gjørdist 119 ára gomul

2022-04-25 12:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Japanska kvinnan Kane Tanaka, sum í januar kundi hátíðarhalda sín 119 ára føðingardag, andaðist týsdagin í farnu viku.

Tað upplýsa japanskir myndugleikar sambært Ritzau.

Kane Tanaka varð fødd 2. januar 1903 í landslutinum Fukuoka í útsynningspartinum av Japan. Hon varð gift Hideo Tanaka í 1922, og saman áttu tey fimm børn.

Síðstu tíðina brúkti Kane Tanaka á røktarheimi. Heilsan hjá henni var lutfalsliga góð, og hugnaði hon sær á røktarheiminum við at eta sjokulátu, drekka sodavatn, spæla brettspøl og loysa støddfrøðiuppgávur.

Kane Tanaka varð viðurkend av Guinness World Records sum elsti persónur í heiminum í 2019.

Sambært dátum frá Heimsbankanum hevur Japan heimsins elsta fólkatal. Umleið 28 prosent av fólkinum er 65 ár ella eldri. Elsti persónur nakrantíð var sambært Guinness, franska Jeanne Louise Calment, sum tá hon andaðist í 1997, var 122 ár og 164 dagar gomul.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder