Hósdagin 21. desember letur Sandoyartunnilin upp, og í hesum sambandi verður hátíðarhald í Traðardali.
Klokkan 11 verður høvi at súkkla, renna ella ganga gjøgnum tunnilin, áðrenn hann letur upp fyri almennari ferðslu. Byrjað verður á Gomlurætt. Tað eru Bragdið og B71, sum skipa fyri.
Fyrst byrja tey ið súkkla, síðan tey ið renna og til síðst tey ið ganga. Miðast skal eftir, at øll eru komin yvirum í seinasta lagið 13.45, skrivar tunnilsfelagið á Facebook.
Sjálvt hátíðarhaldið byrjar klokkan 14 innanfyri tunnilsmunnan í Traðardali.
GHM spælir, og síðani verða røður og kórsangur.
Teitur Samuelsen stjóri í P/F Eystur- og Sandoyartunlar bjóðar vælkomin, og síðani verða røður á skránni. Tey, sum fara at flyta fram røðu, eru Aksel Johannesen, løgmaður; Bergur Poulsen, nevndarformaður í P/F Eystur- og Sandoyartunlar; Heri Sverrason, borgarstjóri á Sandi; Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu; og Sunniva í Stovuni, varaborgarstjóri í Skálavíkar Kommunu.
Sunleif Rasmussen fer at greiða frá um ljóðmyndina, sum er at hoyra í tunlinum á FM 100, og Edward Fuglø fer at greiða frá um listaverkið. Gerhard Lognberg klippir snórin.
Nakað eftir kl. 15 koyrir Herman Petersen gjøgnum tunnilin sum hin fyrsti, eftir at tunnilin er alment tikin í nýtslu. Herman, ið fyllir 91 ár 5. januar, er elsti bilførari í Sandoynni.
Løtu seinni kunna bilar eisini koyra inn av Gomlurætt. Eftir hátíðarhaldið eru dyrnar opnar í ítróttarhøllini í Traðardali, har øll eru vælkomin til munnbitar, te/kaffi, kakur og annað gott, verður sagt.
Dagførd kl. 15.01
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald