Uttanlands

Elsti hægstarættardómari í USA innløgd

87 ára gamla Ruth Bader Ginsburg, ið hevur sitið í hægstarætti síðan 1993, hevur stríðst nógv við sjúku seinastu árini

Ruth Bader Ginsburg hevur verið hægstarættardómari síðan 1993 (Mynd: EPA)

Ruth Bader Ginsburg hevur verið hægstarættardómari síðan 1993 (Mynd: EPA)

2020-07-15 16:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

87 ára gamla Ruth Bader Ginsburg, ið er elsti hægstarættardómarin í USA, er vorðin innløgd.

– Ginsburg dómari varð týsmorgunin innløgd á Johns Hopkins Hospital í Baltimore til viðgerð fyri eina møguliga infektión. Seint mánakvøldið varð hon kannað á sjúkrahúsi fyri fepur og kuldasjálvtar, sigur talsfólk við amerikanska miðilin CNN.

Ruth Bader Ginsburg er ein av fýra "liberalum" dómarum í amerikanska hægstarættinum. Hini fimm verða roknað sum konservativ.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur sambært Ritzau, at hann ynskir henni góðan bata, og heldur hann, at hon hevur tikið nakrar "góðar avgerðir" gjøgnum tíðina.

Tað verður fylgt væl við heilsuni hjá Ruth Bader Ginsburg í USA. Skuldi tað hent, at hon noyðist at leggja frá sær av heilsuávum, merkir hetta, at Trump sleppur at peika á enn ein dómara til amerikanska hægstarættin.

Trump hevur longu í sínari forsetatíð útpeikað tveir konservativar dómarar til hægstarættin – Brett Kavanaugh og Neil Gorsuch.

Hetta er ikki fyrstu ferð, Ginsburg stríðist við sjúku. Seinastu árini hevur hon m.a. verið viðgjørd fyri krabbamein, umfamt at hon hevur verið innløgd við brotnum rivjabeinum. Í árunum 1999 og 2009 varð hon eisini viðgjørd fyri krabbamein.

Ruth Bader Ginsburg hevur verið dómari í amerikanska hægstarættinum síðan 1993, tá Bill Clinton var forseti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder