Uttanlands

Elsti maður í heiminum deyður

Juan Vicente Perez Mora úr Venesuela andaðist í gjár, 114 ára gamal

(Mynd: Ritzau)

(Mynd: Ritzau)

2024-04-03 13:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Juan Vicente Perez Mora úr Venesuela, sum seinastu árini hevur verið heimsins elsti maður, andaðist í gjár, 114 ára gamal, upplýsa familjan og embætisfólk sambært Ritzau.

Tað var 4. februar í 2022, at Guinness World Records váttaði, at Juan Vicente Perez Mora var heimsins elsti núlivandi maður. Tá var hann 112 ár og 253 dagar.

Í 2022 hevði hann 11 børn, 41 abbabørn, 18 langabbabørn, og 12 oldurabbabørn.

Juan Vicente Perez Mora varð føddur 27. mai 1909 í býnum El Cobre í statinum Táchira. Hann var níggjunda av tíggju systkjum og arbeiddi innan landbúnað. Longu sum fimm ára gamal byrjaði hann at hjálpa pápa sín og brøður sínar við arbeiðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder