Uttanlands

Elsti maður í heiminum er deyður

112 ára gamli John Tinniswood úr Liverpool andaðist mánadagin

(Mynd: Guinnes World Records)

(Mynd: Guinnes World Records)

2024-11-27 09:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin andaðist heimsins elsti maður, bretski John Alfred Tinniswood, 112 ára gamal.

John Tinniswood varð føddur 26. august í 1912, og fyrr í ár gjørdist hann elsti maður í heiminum. Hann andaðist 25. november, 112 ár og 91 dagar gamal. Eftir situr ein dóttur, fýra abbabørn og trý langabbabørn, skrivar CNN.

Sostatt upplivdi hann bæði fyrsta og seinna heimsbardaga, uppfinningina av bilum og flogførum, mánalendingina og stórtíðina hjá The Beatles.

– Eg var rættiliga virkin sum ungur, eg gekk nógv. Um tað hevur nakað við tað at gera, veit eg ikki, segði Tinniswood, tá hann varð spurdur um, hvørji góð ráð hann hevði fyri at fáa eitt langt lív.

Eisini mælti hann til at gera alt við máta.

– Drekkur tú ov nógv, ella etur tú ov nógv, ella gongur tú ov nógv, gert tú ov nógv av nøkrum, fert tú at bøta fyri tað fyrr ella seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder