2021-02-09 18:35

Í 1944 gjørdist hon katólsk nunna og skifti harvið navnið Lucile Randon út við Systir Andre. Tað navnið hevur hon havt seinastu 76 árini.
Í januar upplivdi Systir Andre at verða smittað við koronu. Tað gjørdi hon á røktarheimi í Toulon i Suðurfraklandi 16. januar.
Nunnan hevur ikki havt nøkur sjúkueyðkenni, og kvinnan, sum er kend sum elsti persónur á lívi í Evropea, er nú staðfest frísk aftur.
Hetta skriva altjóða miðlar.
Harvið kann Systir Andre eftir øllum at døma hátíðarhalda sín 117-ára føðingardag hósdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald