Mentan

Elt á konsertferð í Føroyum

Sum partur av Vetrarjazz 2020 kemur bólkurin ELT til Føroya at spæla saman við Dáva Juul Magnussen og Kingobólkinum úr Tjørnuvík. 26. januar verða tvær konsertir – ein í Norðskála kirkju og ein í Finsen í Havn

ELT

ELT

2020-01-21 17:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bólkurin ELT er mannaður av Kit Downes (orgul) og Tom Challenger (saksofon) úr Bretlandi, umframt Ingebjørg Loe Bjørnstad (sang) úr Noregi.

Tey spæla frítt improviseraðan tónleik, sum er grundaður á siðbundnar gamlar norskar sálmar frá Ingebjørg og settur saman við einkla, róliga og kensluríka undirspælinum hjá Kit og Tom, ið hava spælt sum duet í nógv ár hjá eitt nú navnframa plátufelagnum ECM Records.

ELT ferð norð í sundalagið at spæla konsert saman við Dáva Juul Magnussen og Kingobólkinum úr Tjørnuvík í Norðaskála Kirkju sunnudagin 26. januar kl. 16. Konsertin verður ein samanrenning millum føroyskan og norskan siðbundnan tónleik og nýmótans improviseraðan tónleik, og Kingo sangurin fer at ávirka gandakenda ljóðið hjá ELT og Dáva.

[object Object]Dávur Juul Magnussen

ELT fara síðani til Havnar at spæla fyrstu konsertina á Vetrarjazz 2020 sama dag, sunnudagin 26. januar, kl. 19.30 í Finsen. Á hesi konsertini sleppa eisini miðnámsnæmingar frá musikskúlanum at royna seg.

Umframt konsertirnar fer manningin í ELT at hava verkstovu um fría improvisatión á musikskúlanum í Havn leygardagin kl 15, og Dávur Juul Magnussen fer mánadagin 27. januar at vitja Skúlan við Streymin og musikskúlan í Sunda kommunu at undirvísa í tónleiki, tónleikasøgu og tónleikavísind.

Konsertferðin er stuðlað av Sunda Kommunu, Tórshavnar Musikskúla og Vetrarjazz 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder