Mentan

Elton John avlýsti konsert í gjár

- Eg eri sera illa fyri og tí ikki førur fyri at framføra, boðaði hann frá. Ógreitt er, hvat bagir honum, men sum nú er, eru ongar ætlanir um at útseta fleiri konsertir.

Elton John (Savnsmynd)

Elton John (Savnsmynd)

2019-10-27 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretska tónleikastjørnan, Elton John noyddist í gjár at avlýsa eina konsert í Indianapolis, sum er høvuðsstaðurin í amerikanska statinum Indiana.

Orsøkin var, at hann var ov illa fyri til at framføra.

Í gjárkvøldið skrivaði hann m.a. soleiðis á Instagram:

- Eg eri sera illa fyri og tí ikki førur fyri at framføra í kvøld. Eg hati veruliga at skuffa mínar fjepparar, men eg skyldi tykkum ta best møguligu framførsluna, og tíverri er tað ikki møguligt.

Tað er ógreitt, hvat tað er, ið bagir Elton John, men hann boðar frá, at konsertin, sum skuldi verið leygarkvøldið, verður flutt til 26. mars 2020.

Konsertin, sum er ein partur av konsertferðini "Farewell Yellow Brick Road Tour" verður seinasta konsertferðin hjá Elton John nakrantíð, áðrenn hann gevst.

Á ferðini verða fleiri enn 100 konsertir bæði í USA, Avstralia, Nýsælandi og Evropa.

Sambært B.T. skal ein konsert eisini verða í annaðkvøld, og enn hava ongar fráboðanir verið um, at Elton John eisini noyðist at avlýsa hesa framførsluna.

Tað var í fjør, at Elton John boðaði frá, at hann fór at gevast við at framføra.

Orsøkin var, at hann ynskir at taka familju sína framum tónleikin, og metir hann eisini, at hann sum 72 ára gamal nú er vorðin ov gamal til at fara á konsertferðir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder