Mentan

Elton John fagnaður í jólareklamu

Árligi reklamufilmurin frá John Lewis handilsketuni er jólaboðberi í Onglandi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-11-16 10:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

”Summar gávur eru meira enn bara ein gáva” er boðskapurin í hesi rørandi reklamuni, sum er ein fagnaður til enska sangaran Elton John og hansara virki sum sangari, tónleikari og lagasmiður í eitt langt lív.

Tað er enska handilsketan John Lewis, ið hevur gjørt hesa jólareklamuna. Á hvørjum ári plagar handilsketan at gera ein kenslubornan reklamufilm undan jólum.

Í gjár kom ársins reklama, sum er ein fagnaður til enska tjóðarskaldið Elton John, sum í hesum døgum er á síni farvæl-konsertferð.

Við lagnum ”Your Song” tekur reklaman okkum á eina ferð aftureftir gjøgnum lívið hjá sangaranum, við nógvum minniligum upptraðkanum í yvir eina hálva øld. Og reklaman endar við lítla dronginum, ið slær teir fyrstu tónarnar á klaverið, hann júst hevur fingið í jólagávu – ”some gifts are more than just a gift”.

Síðan 2007 hevur reklaman frá John Lewis verið ein jólaboðberi ofta við útgangsstøði í kendum sangum.

Júst sangurin ”Your Song” hevur verið nýttur í reklamuni fyrr. Tað var í 2010, men í útgávuni hjá Ellia Golding:

Í fjør var talan um ein Beatles-sang, tó innspældur av bólkinum Elbow:  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder