Mentan

Elton John fær sín egna mynt

– Tað er ein frálíkur heiður at verða viðurkendur á hendan hátt, sigur 77 ára gamli bretski tónleikarin, ið hevur verið virkin í meira enn 50 ár

Mynd: Royal Mint

Mynd: Royal Mint

2020-07-06 08:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heimskendi bretski sangarin Elton John verður nú heiðraður við sínum egna mynti.

Nýggi mynturin er partur av røðini hjá Royal Mint, ið heiðrar tiltiknar tónleikarar. Áður hevur rockbólkurin Queen fingið sama heiður.

Bretski staturin eigur Royal Mint, sum hevur einkarætt at framleiða myntir í Stórabretlandi. Mynturin er sniðgivin av listamanninum Bradley Morgan Johnson.

– Tað er ein frálíkur heiður at verða viðurkendur á hendan hátt, sigur 77 ára gamli Elton John sambært Ritzau.

Elton John hevur verið virkin í meira enn 50 ár og hevur selt fleiri enn 250 mió. útgávur. Hann er kendur fyri hitløg sum "Candle in the Wind", "Rocket Man" og "Your Song".

Í 2018 byrjaði seinasta konsertferð hansara, Farewell Yellow Brick Road. Eftir ætlan skuldi ferðin enda í februar 2021, men orsakað av koronaútbrotinum, mátti hann útseta fleiri enn 40 konsertir.

Mynturin við Elton John fæst á heimasíðuni hjá Royal Mint í bæði gull- og silvurútgávu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder