Innanlands

Elvira og Elin eiga nú Skilling

Skilling í SMS hevur fingið nýggjar eigarar. Elvira Thomsen og Elin Miðberg Patursson hava yvirtikið handilin frá Heidi Arge Poulsen

Elin Miðberg Patursson, Elvira Thomsen og Heidi Arge Poulsen (Mynd: SMS)

Elin Miðberg Patursson, Elvira Thomsen og Heidi Arge Poulsen (Mynd: SMS)

2024-12-03 09:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Elvira Thomsen og Elin Miðberg Patursson hava fyri stuttum yvirtikið Skilling frá Heidi Arge Poulsen, sum hevur átt handilin í mong ár. Heidi er júst fylt 67 ár og heldur, at hetta var rætta løtan at selja og lata yngru kreftirnar taka yvir.

Avgerðin at keypa handilin er sjálvandi stór, men Elvira og Elin kenna seg tryggar við róðrið. Kundaskarin er stórur, og eftir mong ár í handlinum kenna tær kundarnar rættiliga væl og vita, hvat teir vilja hava. Tær ætla at reka handilin í sama anda, men fara tó at leggja okkurt aftrat.

Elvira Thomsen hevur starvast hjá Skilling í seks ár. Starvsleiðin byrjaði fyri 22 árum síðan - sum sølufólk í Optikbúðini í Bøgøtu - og seinni fór hon undir útbúgving sum optikari í Danmark. Elvira lærdi hjá Synoptik og fekk prógv í 2010. Har starvaðist hon í nøkur ár, til leiðin gekk aftur til Føroya.

Elin Miðberg Patursson hevur trý ár á baki í Skilling. Hon fór at læra til optikara í 2016, og í fyrstu starvsvenjingini undir útbúgvingini var Elvira vegleiðari hjá henni. Tað var hjá Synoptik í Frederiksberg Centret.

Eisini Heidi Arge Poulsen var í Synoptik, tá ið hon lærdi til optikara. Hon var útlærd í 1982, og tvey ár seinni kom hon aftur til Føroya at arbeiða í Skilling.

Hóast Heidi Arge Poulsen hevur selt handilin, verður hon verandi í Skilling, har hon fer at arbeiða partstíð. Hetta fegnast Elin og Elvira um, tí hon er góð í ráðum, og nógv viðskiftafólk spyrja eftir Heidi.

Elin Miðberg Patursson og Elvira Thomsen eru báðar stjórar í Skilling.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder