EM-undankappingardysturin millum Svøríki og Belgia varð blástur av eftir at fyrri hálvleikur var liðugur.
Stutt undan dystarbyrjan blivu tveir sviar dripnir í einari skotatsókn í Brussel, har dysturin verður leiktur. Í steðginum varð avgjørt at dysturin ikki tikin uppaftur í kvøld.
Skothendingin fór fram umleið 19:15 einar seks kilometrar frá leikvøllinum, skriva belgiskir miðlar.
Gerningsmaðurin er enn ikki funnin.
Sambært norsku tíðindastovuni NTB var tað eitt ynski frá fleiri svenskum leikarum, at dysturin ikki skuldi halda fram.
(Mynd: EPA)
Bæði liðini, tað belgiska og tað svenska, tóku avgerðina saman við Uefa um ikki at gjøgnumføra dystin. Tað, sum er farið fram, er sera alvorligt. Tað er ræðuligt at hoyra, at tveir áskoðarar eru deyðir, sigur formaðurin í svenska fótbóltssambandinum, Fredrik Reinfeldt.
(Mynd: EPA)
Dysturin varð steðgaður tá støðan var 1-1, og tað er óvist um hann verður tikin upp aftur ein annan dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald