Uttanlands

EMA góðkent koronutablettir hjá Pfizer

Paxlovid kann, sambært kanningum, minka um vandan fyri innlegging ella deyða hjá teimum, ið eru serliga sárbær, við nærum 90 prosent

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2022-01-28 19:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Evropeiska heilivágsstýrið (EMA) góðkendi í gjár eina tablett hjá heilivágsfyritøkuni Pfizer.

Heilivágurin, sum verður nevndur Paxlovid, kann, sambært kanningum, minka um vandan fyri innlegging ella deyða hjá teimum, ið eru serliga sárbær, við nærum 90 prosent.

Hetta er fyrsta koronutablettin, sum fær grønt ljós frá EMA.

Sambært tíðindastovuni Reuters hava eitt nú Italia, Týskland, og Belgia longu keypt Paxlovid. Danska stjórnin hevur eisini boðað frá, at mann ætlar at keypa Paxlovid tablettir fyri uml. 400 milliónir krónur. USA og Stórabretland góðkendu eisini Paxlovid um ársskiftið.

Heilivágsfyritøkan Pfizer hevur saman við BioNTech ment koppingarevnið fyri koronu, sum verður brúkt í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder