Innanlands

Embætisverkið fyrireikað seg væl til nú avlýstu vitjanina hjá Trump

Ein væl fyrireikaður Aksel V. Johannesen skuldi hitta amerikanska forsetan fyrst í september. Í øllum førum hevði embætisverkið fyrireikað seg væl

Aksel V. Johannesen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-08-25 21:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir ætlan skuldi amerikanski forsetin, Donald Trump, koma til Danmarkar á almenna vitjan fyrst í september. Her skuldi hann hitta danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen, grønlendska landsstýrisformannin og Føroya løgmann.

Men í síðstu viku avlýsti Donald Trump vitjanina. Eina vitjan, sum embætisverkið og løgmaður høvdu fyrireikað seg væl til.

- Tað er sjálvandi óheppið og keðiligt, at tað bleiv avlýst. Tað er eitt sjálvsagt høvið hjá einum køgmanni ella føroyskum politikarum at hitta amerikanska forsetan. Nú høvdu vit høvið, og tá man fær høvið til tað hevur man kanska møguleiki at ávirka, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, við útvarpið í dag.

- Eg havi havt einar tveir til tríggjar fundir við embætisfólk um hvat tað er vit vilja hava á dagsskrá. Og tey hava samskift nógv við donsk embætisfólk, og so innanhýsis fyrireikað og funnið fakta fram og annað, sigur løgmaður.

- So nakað av fyrireiking hevur verið bæði frá mínari síðu og ikki minst frá emæbitsfólkunum, staðfestir Aksel V. Johannesen um vitjanina, sum nú bleiv av ongum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder