Vit kunngera hervið við stórari gleði, at íslendska Emiliana Torrini kemur at framföra á G! í 2025.
Hetta er ikki ein songkvinna sum rópar og skriggjar eftir, at tú skalt geva henni ans — hon er mest sum bara har. Tó, ert tú fyrst fallin fyri íslendsku songkvinnuni við italska navninum, varðar tað fyri lívið.
Heimskenda songkvinnan hevur rúnarbundið lurtarar í meira enn 20 ár, og tú kennir möguliga vælfagnaða sang hennara Jungle Drum, ella kanska tú hevur hoyrt hana syngja Gollum's Song í Lord of the Rings.
Seinastu árini hevur hon tikið upp og framfört saman við The Colorist Orchestra, men er í lötuni frammi við fyrstu soloútgávuni í 10 ár: Miss Flower.
Henni líkt, flytir hon seg millum tað myrka og loyndarfulla elektroniska til ein akustiskan nærleika. Nýggja útgávan er eitt meistaraverk og fær sera góð skoðsmál. Emiliana Torrini viðgerð bröv og dagbökur hjá sermerktu Geraldine Flower, við sögum um kærleika, loyndarmál og ævintýr, sum ger sögugongdina ótrúliga spennandi.
Emiliana Torrini er tilnevnd Grammy-virðislön og hevur samstarvað við Kylie Minogue.
G! verður dagarnar 17.-19. juli 2025.
G!Festivalurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald