Uttanlands

Emirates: Koronakreppan kann kosta 9.000 arbeiðspláss

Størsta flogfelagið í Miðeystri noyðist helst at siga 15 prosent av starvsfólkunum úr starvi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-07-11 13:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Flogfelagið Emirates hevur longu koyrt uml. 10 prosent av sínum starvsfólkum úr starvi, men helst er neyðugt at handa út enn fleiri uppsagnarskriv.

Tim Clark, ein av ovasta leiðarunum í felagnum, sigur við tíðindastovuna AFP, at tey kunnu verða noydd at koyra upp til 15 prosent úr starvi – hetta svarar til 9.000 starvsfólk.

Emirates, ið er størsta flogfelagið í Miðeystri, gavst at flúgva í mars orsakað av korona, men longu tvær vikur seinni fór flogfelagið spakuliga í gongd aftur.

Sambært Ritzau er ætlanin hjá flogfelagnum at flúgva til 58 býir frá august. Her er talan um ein góðan triðing av teimum 157 býunum, sum vóru í ferðaætlanini hjá Emirates áðrenn koronakreppuna.

Áðrenn korona hevði Emirates uml. 60.000 starvsfólk, harav 4.300 flogskiparar og gott 22.000 flogtænastufólk. Tim Clark hevur ávarað um, at tað kann taka upp til fýra ár, áðrenn virksemið hjá felagnum er komið upp á eitt støði, sum "minnir um tað vanliga".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder