Mentan

Emma Holten í Reinsarínum

Javnaðarflokkurin skipar fyri kjakkvøldi við danska kjakaranum og rithøvundanum

2024-09-12 10:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nógv verður á skránni hóskvøldið tann 3. oktober, tá bókaaktuelli danski rithøvundurin og kjakarin, Emma Holten, verður í Reinsarínum í Havn. Sjálv fer hon at tosa um bókina ‘Underskud’, sum hevur elvt til orðaskifti um umsorgan, búskap, løn og javnstøðu.

Lagt verður fyri við trimum stuttum framløgum um føroysk viðurskifti:

  • Barbara Gaardlykke Apol, búskaparfrøðingur, um búskaparliga ójavnan millum kyn og foreldur
  • Brandur Mortensen Nolsøe, samskipari í Javnstøðunevndini, um triðju vaktina
  • Niels Uni Dam, formaður í Demokratia, um javnstøðuviðurskifti úr stóru kommunukanningini

Eftir tað verður Emma Holten á pallinum, har hon eisini fer at svara spurningum úr salinum. Her verður skift orð um ójavna og virðini, sum kvinnur fyri stóran part skapa, men sum ikki telja við, tá búskaparfrøðingar gera virðini upp.

Tiltakið 3. oktober byrjar kl. 19 og er alment og ókeypis. 

Um Emmu Holten

33 ár og útbúgvin cang.mag. í modernaðari mentan. Fyrilestrarhaldari og feministiskur aktivistur. ‘Underskud’ er hennara fyrsta bókaútgáva. Hon er eisini víðagitin fyri sín uppreistur ímóti hevndarporno. 

Emma gav í vár út bókina ‘Underskud’, sum er bestseljari í Danmark. Hugvekjandi bókin flytur ósjónligu virðini í okkara samfelag fram í ljósmála, og bókin hevur av tí sama eisini provokerað og elvt til hvast orðaskiftið um umsorgan, búskap, løn og javnstøðu.ㅤ

Sagt og skrivað um Underskud:

Emma Holtens debutbog er brilliant.” - Politiken

Det er på mange måder lidt af en perle, som Emma Holten har skrevet.” - Altinget

 En spændende kritik af magthaverne.” - Weekendavisen

Den feministiske aktivist og debattør kræver et fundamentalt opgør med vores måde at se verden og tillægge tingene værdi på. Det er tiltrængt.” - JyllandsPosten

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder