2024-03-02 10:17
Seinnapartin í gjár, stutt eftir klokkan 16, hendi eitt ferðsluóhapp beint uttanfyri Lopra.
Talan var um eitt sonevnt soloóhapp, har ein bilur endaði í bilverjuni.
Har var nakað av skrokkskaða, men sum skilst var eingin fólkaskaði. Bilførarin varð tó koyrdur á sjúkrahúsið til kanningar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Lagt verður afturat, at har var nógvur vindur, og kann tað hugsast, at tað spældi ein leiklut.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald