Innanlands

Endaliga ólavsøkuskráin verður væntandi kunngjørd í vikuskiftinum

Burtursæð frá nøkrum stóru tiltøkum er ætlanin at skipa fyri eini so vanligari ólavsøku sum gjørligt, boðar kommunan frá. Tó verður skráin gjørd við fyrivarni, tí koronustøðan skjótt kann broytast

Greitt er millum annað, at tað ikki verður skipað fyri midnáttarsangi, hóast hefti verða gjørd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Greitt er millum annað, at tað ikki verður skipað fyri midnáttarsangi, hóast hefti verða gjørd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-22 08:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eingin midnáttarsangur. Einki tivoli á Skálatrøð. Einki tiltak hjá Miðlahúsinum í Vágsbotni. Hesi trý tiltøkini eru millum tey, sum vanliga savna eina stóra mongd av fólki samstundis á ólavsøku. Tey verða av ongum í ár, tí tilmælið frá heilsumyndugleikanum er framvegis, at í mesta lagi 500 fólk kunnu savnast undir skipaðum umstøðum. 

Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at burtursæð frá hesum stóru tiltøkum er ætlanin at skipa fyri eini so vanligari ólavsøku sum gjørligt, og í leggur í løtuni seinastu hond á ársins ólavsøkuskrá. Møguligar broytingar vera tó í komandi viku: 

- Smittutøluni eru enn ivasom, og tilmælið frá heilsumyndugleikanum er framvegis, at í mesta lagi 500 fólk kunnu savnast undir skipaðum umstøðum. Tískil er avrátt við koronuráðgevingina, at ólavsøkuskráin verður gjørd við fyrivarni fyri, at støðan skjótt kann broytast.

Hetta kann millum annað merkja, at tað gerst neyðugt at minka um ætlað tiltøk, og at stytta upplatingartíðir hjá skeinkistøðum við stuttari ávaring, skrivar torshavn.fo.

Nevndu tiltøkini omanfyri verða av ongum, men tað eru eisini onnur ting í skránni, ið vera øðrvísi. Kabarett verður - tó við 100 áskoðarum til hvøja sýning - kappróður verður, men Fólkakirkjan hevur kunngjørt, at eins í 2020, hevur almenningurin ikki atgongd til guðstænastuna ólavsøkudag.

Endaliga ólavsøkuskráin verður væntandi kunngjørd um vikuskiftið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder