2021-02-18 16:16

Við 16 atkvøðum fyri og 14 ímóti varð uppskotið hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, endaliga samtykt seinnapartin.
Sostatt fáa bæði hybridbilar og plug-in hybridbilar avgjaldslætta eins og el-bilar fáa.
Seks tingfólk úr andstøðubi skutu upp at taka hybridbilar úr lógini, og lata plugin hybridbilar vera verandi. Hetta broytingaruppskotið vann ikki frama, og varð ikki samtykt. Heldur ikki tað at fáa málið aftur í nevnd varð samtykt.
Fleiri samgongulimir gjørdu vart við, at tað ikki var eitt gott hugskot at hava hybridbilar við í uppskotinum, men kortini varð tað endaliga samtykt av samgonguni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald