Innanlands

Endaliga talið var 8,3 milliónir

– Vit vóru tikin á bóli, at undirtøkan fyri tiltakinum var so stór, tá fleiri túsund einstaklingar, fleiri enn 400 fyritøkur, feløg, kommunur, skúlaflokkar og onnur, ið stuðlaðu innsavningini, sigur Reyði Krossur Føroya

Stuðulin fer til neyðstødd í Ukraina

Stuðulin fer til neyðstødd í Ukraina

2022-03-28 12:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið skipaði Reyði Krossur, í samstarvi við Kringvarpi Føroya, fyri stuðulskonsert fyri Ukraina, og tá sendingin endaði var boðað frá, at 7.248.177 krónur vórðu komnar inn.

Men endaliga talið er nakað væl hægri. Tá talt varð saman eftir konsetina, vóru komnir heilar 8.344.064 krónur inn til neyðstødd í Ukraina.

Við hesum úrsliti fær Reyði Krossur Føroya eitt munandi betri grundarlag at skipa hjálpararbeiði, bæði í Ukraina, í grannalondunum, umframt við Flóttahjálpini her í Føroyum, skrivar Reyði Krossur Føroya í tíðindaskrivi.

– Vit vóru tikin á bóli, at undirtøkan fyri tiltakinum var so stór, tá fleiri túsund einstaklingar, fleiri enn 400 fyritøkur, feløg, kommunur, skúlaflokkar og onnur, ið stuðlaðu innsavningini.

– Vegna ovurstórt trýst á heimasíðuni, bar tíverri ikki til at nevna øll hesi á lýsingarbreddanum, skrivar Reyði Krossur.

Men nú ber til at síggja teir stuðlar, ið ynsktu at verða nevndir, og viðkomandi upphæddir, umframt at tað ber til at síggja sendingina og samlaða úrslitið frá einstaklingum á heimasíðuni hjá Reyða Krossi. Tað sæst her.

– Reyði Krossur takkar øllum hjartaliga, sum hava hjálpt okkum at hjálpa. Eisini ein serlig tøkk til øll, sum hava hjálpt til á ymsan hátt, bæði í tíðini frammanundan og á kvøldinum, sigur Reyði Krossur at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder