Tað seinasta nývalda kommunustýrið at skipa seg eftir kommunuvalið var tað í Fuglafirði.
Skipanarfundurin í Fuglafirði varð seinnapartin í gjár. Hann endaði við tí, sum lagt hevur verið upp til seinastu vikurnar:
At Dávur Juul framhaldandi verður borgarstjóri, og at størsti flokkurin við fyrstvalda, Ólavi Larsen, fær lítið burturúr: Seks fastir nevndarsessir sum er ta lægst ásetta í lógini.
Ólavur Larsen á Lista Á fekk 159 atkvøður, sum vóru 49 atkvøður fleiri enn Dávur Juul, sum fekk næstflest. Fyrstvaldi hevur ábyrgd av at kalla inn til skipandi fund. Hetta bíðaði Ólavur Larsen leingi við at gera, og vísti hann í fleiri útvarpssamrøðum á, at tað ikki tyktiskt rættvíst, at listi Á stóð til at fáa so lítla ávirkan eftir góða valið.
Ólavur Larsen er millum annað kendur sum fótbóltsvenjari (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Listin við 45,3 prosentum av atkvøðunum er tó í minniluta í nýggja býráðnum í Fuglafirði. Listi B og Listi F eru samanlagt fimm - Listi Á fekk fýra fólk - og B og F eru farin saman í samgongu.
Dávur Juul (F), ið hevði eitt betri væl persónligt enn í 2020, tekur enn eitt skeið. Ólavur Larsen, Eivin Breiðaskarð, Kristian Martin Petersen og Jastrid á Dalbø vóru hini borgarstjórauppskotini á fundinum í gjár.
Eyðun á Lakjuni frá Lista B er varaborgarstjóri, og Ólavur Larsen er annar varaborgarstjóri.
Nú er eisini greitt, hvussu allar nevndirnar í kommununi verða mannaðar komandi býráðsskeiðið 2025-2028.
Sambært Eysturoyarportalinum síggja tær soleiðis út:
Fíggjarnevndin
Dávur Juul
Eyðun á Lakjuni
Ólavur Larsen
Tiltakslimir
Eivin S. Breiðaskarð
Kristian Martin Petersen
Sonni á Horni
Tekniska nevnd
Eivin S. Breiðaskarð
Jóan Pauli Olsen
Sonni á Horni
Tiltakslimir
Kristian Martin Petersen
Eyðun á Lakjuni
Jastrid á Dalbø
Vinnu-og havnanevnd
Kristian Martin Petersen
Jóan Pauli Olsen
Ørvar Jacobsen
Tiltakslimir
Eyðun á Lakjuni
Eivin S. Breiðaskarð
Ólavur Larsen
Mentamálanevnd
Eyðun á Lakjuni
Eivin S. Breiðaskarð
Jastrid á Dalbø
Tiltakslimir
Kristian Martin Petersen
Jóan Pauli Olsen
Ólavur Larsen
Sosiala nevnd
Kristian Martin Petersen
Eivin S. Breiðaskarð
Ólavur Larsen
Tiltakslimir
Eyðun á Lakjuni
Jóan Pauli Olsen
Ørvar Jacobsen
Orku- og umhvørvisnevnd
Eivin S. Breiðaskarð
Eyðun á Lakjunni
Ørvar Jacobsen
Tiltakslimir
Jóan Pauli Olsen
Kristian Martin Petersen
Sonni á Horni
Tilbúgvingarnevnd
Dávur Juul
Kristian Martin Petersen
Eivin S. Breiðaskarð
Samstarvsnevnd um barnaverndartænastu millum Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu
Dávur Juul
Kristian Martin Petersen
Varalimir
Eivin S. Breiðaskarð
Eyðun á Lakjuni
Stýrið fryri Framvit, sum fatar um Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu
Dávur Juul
Jastrid á Dalbø
Varalimir
Eyðun á Lakjuni
Ólavur Larsen
Ráðið fyri Ferðslutrygd
Eivin S. Breiðaskarð
Varalimur
Jóan Pauli Olsen
Skúlastýrið
Eyðun á Lakjuni
Varalimur
Kristian Martin Petersen
Hallarnevndin á Kambsdali
Dávur Juul
Eivin S. Breiðaskarð
Varalimir
Jóan Pauli Olsen
Kriarian Martin Petersen
SEV umboð
Dávur Juul
Varalimur
Eivin S. Breiðaskarð
IRF umboð
Dávur Juul
Varalimur
Kristian Martin Petersen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald