2024-08-27 08:34
Í gjáranáttina fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at onkur hevði loyst endarnar á einum línuskipi, sum lá við Vestaru Bryggju í Havn.
Skipið var farið nakað út frá bryggjuni, tá hetta var uppdagað og fráboðað løgregluni. Vandi var ongantíð á ferð.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir í morgun, at tey hava kanna málið gjølla, men hava valt at sleppa tí aftur.
- Vit hava staðfest, at endanir vórðu ikki kappaðir. Vit hava eisini gjøgnumgingið vakmyndatól á staðnum, og kunnu ikki síggja nakað prógv fyri, at onkur hevur loyst endarnar. Tí gera vit ikki meira við tað, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald