Sýriskir upreistrarbólkar boða í morgun frá, at stjórnin hjá Bashar al-Assad forseta er fallin.
Bashar al-Assad gjørdist forserti í 2000 eftir pápa hansara, Hafez al-Assad, sum hevði verið forseti síðan 1971.
Tað hevur gingið skjótt hjá uppreistrarbólkunum. Framferð teirra byrjaði síðst í november, har teir m.a. tóku ræði á býunum Aleppo og Hama. Fríggjadagin tóku teir m.a. býin Homs, áðrenn kósin varð sett móti høvuðsstaðnum Damaskus. Í nátt boðaðu teir frá, at teir høvdu tikið Damaskus, skrivar Ritzau.
Tað er islamiska rørslan Hayat Tahrir al-Sham (HTS), sum stendur á odda fyri uppreistrinum. HTS hevur verið flokkaður sum yvirgangsfelagsskapur av m.a. ST og USA.
Boðað er frá, at Assad er rýmdur úr Sýria umvegis altjóða floghavnina í Damaskus, men hvar hann er farin er ógreitt, men møguliga kann hann vera farin til Russlands ella Iran, skrivar CNN.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald