2021-02-11 09:01

Okkurt bendir á at drúgva kuldaveðrið við kava møguliga er við at fáa ein enda.
Sambært fimm daga forsøgnini hjá DMI, fer hitamátarin at sníkja seg so mikið upp um vikuskifti, at møguleiki skuldi verið, at kavin bræðir.
DMI sigur, at hitin verður fýra stig í dag, fimm í morgin, seks leygardagin og upp í átta stig sunnudagin.
Yr.no bendir á sama bógv. Boðað verður frá vaksandi vindi um vikuskiftið av landssynningi, sum mánadagin verður sunnan í ættini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald