Innanlands

Endurnýtslan í Kollafirði flytur

Eitt fyribils endurnýtslupláss verður gjørt við endan á Bakkafrostbygninginum á kaiini í Kollafirði, sum væntandi letur upp um 1-2 vikur, og arbeitt verður við at gera eitt nýtt Endurnýtslupláss í Kollafirði, sum letur upp seinni í ár, sigur Tórshavnar kommuna

2026-07-03 12:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í sambandi við, at plássið, har Endurnýtslan í Kollafirði er í dag, skal nýtast til annað endamál, verður núverandi pláss niðurlagt frá komandi mánadegi.

Seinasti upplatingardagur á núverandi plássi er leygardagin 4. juli 2026.

Eitt fyribils endurnýtslupláss verður gjørt við endan á Bakkafrostbygninginum á kaiini í Kollafirði, sum væntandi letur upp um 1-2 vikur. Á fyribils plássinum verða hesar skiljingar: Smátt at brenna, Metal, Tyrving og Urtagarðsburturkast. Alt annað burturkast skal latast inn á Endurnýtsluna á Hjalla.

Arbeitt verður við at gera eitt nýtt Endurnýtslupláss í Kollafirði, sum letur upp seinni í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder