Mentan

Endursenda "Minnist tú enn" í sjónvarpinum

Føroysku tónleikaheiðurslønirnar verða handaðar leygardagin, og verður farið undir at senda føroysku tónleikasøguna

2019-03-05 23:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú ljós verður varpað á føroyskan tónleik alla hesa vikuna í almenna útvarpinum, og føroysku tónleikavirðislønirnar verða latnar á árliga FMA-tiltakinum í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið, verður eisini farið undir at endursenda røðina um føroysku tónleikasøguna "Minnist tú enn" í sjónvarpinum.

Mikukvøldið 6. mars kl. 19:25 verður fyrsti av í alt trettan pørtum sendur. Røðin fevnir um hálva øld í føroyskum tónleikalívi. Lagt verður fyri í 1956, tá ið undangongumenninir Simme Jacobsen og Birni Dam á veg til Føroyar við Tjaldrinum smíða skrokkin til sangin um "Rasmus". Tað er neistin, sum festir í. Brátt er tann rútmiski tónleikurin í Føroyum tendraður.

Fyrstu pláturnar koma í 1957, sama ár sum Útvarp Føroya fer at senda. Nýggi tónleikurin verður tí borin inn í hvørt heim í Føroyum og verður soleiðis fólkaogn. Í trettan sendingum verður gongdin innan fólksliga undirhaldstónleikin í Føroyum lýst fram til 2006 ella so. Fyrsti parturin ber heitið "Nýggir tónar ljóma". Tíðarskeiðið er 1956-1962, og er mest um Simma og Ljómlið og Tey av Kamarinum, ið munnu vera fyrstu slóðararnir.

Fyrstu fimm partarnir í røðini vórðu framleiddir og sendir í 2010. Hinir átta partarnir vórðu gjørdir og sendir í 2013 og 2014. Suni Merkistein og Hans Petur Hansen løgdu til rættis. Øll røðin kom út sum DVD-kassi í 2014. "Minnist tú enn" verður nú aftur sent í sjónvarpinum. Byrjað verður í kvøld, og hildið verður fram komandi tólv mikukvøldini. Endursent verður sunnudagar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder