Innanlands

Endurskinskapping í Vestmanna Skúla

Árliga endurskinskappingin í Vestmanna skúla, sum hevur til endamáls at varpa ljós á týdningin av at brúka endurskin í myrku tíðini, er byrjað

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2019-11-12 21:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Árliga endurskinskappingin í Vestmanna skúla, har ljós verður varpað á týdningin av at brúka endurskin í tí myrku tíðini, er byrjað.

Kappingin, sum er millum næmingar í 1. - 7. flokki byrjaði í gjár, mánadagin 11. november, og heldur áfram til jólafrítíðina, skrivar Vestmanna kommuna.

Kappingin er skipað soleiðis, at lærarin, ið hevur flokkin hvønn morgun kannar, hvør hevur endurskin á sær, tá ið møtt verður í skúla. Treytin er, at endurskinið sæst frá øllum síðum.

Tveir vinningar eru pr. flokk, og eitt lutakast verður millum teirra, ið hava havt endurskin 100 prosent av tíðini, og eitt lutakast verður millum teirra, ið hava havt endurskin 90 prosent av tíðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder