Innanlands

Endurvenjingin skal samskipast betri

Ein arbeiðsbólkur við umboðum úr Heilsumálaráðnum, Almanna- og mentamálaráðnum og Kommunufelagnum hevur í dag handað Margit Stórá eitt nýtt álit

2023-12-12 18:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ein arbeiðsbólkur við umboðum úr Heilsumálaráðnum, Almanna- og mentamálaráðnum og Kommunufelagnum hevur í dag handað Margit Stórá, landsstýriskvinnu i heilsumálum, álit um betri samskipan innan endurvenjing.

Arbeiðsbólkurin hevur eyðmerkt og lýst, hvørjar avbjóðingar eru innan endurvenjing í Føroyum. Síðani eru tilmæli gjørd við uppskotum um, hvussu avbjóðingarnar verða loystar.

Í høvuðsheitum metir arbeiðsbólkurin, at lóggávan á økinum er nøktandi, men at tørvur er á at fara undir skipaða íverkseting av galdandi lóggávu.

Millum annað eru tilmælir um, at starvsfólk innan økið fáa skipaða undirvísing og kunning um lóggávuna, og endurvenjingin skal í størri mun samskipast millum geirar. Tryggjast skal, at borgarar ikki detta niður ímillum skipanir, flutningstænasta skal skipast og knappa starvsfólkatilfeingið skal gagnnýtast betri.

- Eg fegnist um at hava fingið hetta álitið. Tað hevur stóran týdning, at vit fáa loyst avbjóðingarnar, sum eru innan økið. Tað er mín vón, at vit í næstum kunnu fara undir eina skipaða tilgongd, har arbeitt verður við at íverkseta galdandi lóggávu innan endurvenjing. Tað skal gerast í tøttum dialogi millum ymsu geirarnar, sigur Margit Stóra, landsstýrskvinna.

Alt álitið kann lesast her

Heilsumálaráðið
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder