Tað eru tríggjar vikur síðani, at partarnir á privata arbeiðsmarknaðinum skrivaðu undir nýggjan sáttmála. Tá hevði verkfall verið í nærum ein mánaða, og tað ávirkaði ymiskar partar av samfelagnum.
Ein tænasta, sum framvegis er nakað ávirkað, er endurnýtslan/endurvinnigin hjá IRF.
- Hjá IRF verður enn arbeitt við at koma upp undan við at hagreiða alt burturkastið, sum hópaði seg upp undir verkfallinum. Í síðstu viku komu vit við eini áheitan á limakommunurnar um at steingja endurvinningarplássini frá fríggjadegnum 21. juni og fyribils eina viku fram. Tað er neyðugt at leingja hetta tíðarskeiðið eina viku afturat, tí allar móttøkustøðir hjá IRF eru enn fullar. Arbeitt verður av øllum alvi við at koma uppundan.
Soleiðis skrivar Vága kommuna á heimasíðu sínari í dag. Tað er ein av kommununum, sum í dag boðar frá, at man hevur endurvinngarplássið/ruskplássið stongt eina viku afturat.
Mynd: Eysturkommuna
Hesum boða millum annað Eiðis kommuna, Sunda kommuna og Eysturkommuna eisini frá, og er tað eftir áheitan frá IRF.
IRF hevur trupulleikar við at brenna burturkast, sum hópaði seg upp undir verkfallinum - hóast brennistøðin á Hagaleiti koyrir alt samdøgrið. Harvið verður ikki heintað frá endurvinningarplássum í løtuni, og tí ber ikki væl til hjá teimum at hava opið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald