Danski flokkurin Enhedslisten fer nú at taka aktivt lut í valstríðnum til grønlendska landstingið, Inatsisartut.
Sermitsiaq skrivar, at Enhedslisten í kvøld skipar fyri veljarafundi á netinum um valið í Grønlandi.
- Enhedslisten heldur almennar fundir á netinum um nógv ymisk mál, og av tí at tað hevur verið vaksandi áhugi fyri Grønlandi hesa seinastu tíðina, so halda vit tað vera hóskandi at geva pláss fyri einum kjaki við og um tey fólk, sum valstríðið snýr seg um, sigur Christian Juhl frá Enhedslisten við Sermitsiaq.AG.
Christian Juhl, sum er framsøgumaður í grønlendskum málum sigur víðari:
- Vit hava ongantíð fyrr hava so nógv kjak um Grønland í Fólkatinginum, sum seinasta hálvtannað árið. Í okkara baklandi er áhugin fyri bæði Grønlandi og Føroyum vaksin støðugt.
Christian Juhl viðgongur, at áhugin hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, at keypa Grønland, var við til at økja um áhugan fyri Grønlandi.
Eisini málið um sviknu børnini í Tasiilaq var við til at vekja áhugan hjá dønum fyriu Grønlandi og viðurskiftunum millum partarnar í ríkisfelagsskapinum.
Teir báðir grønlendsku limirnir á Fólkatingi, Aaja Chemnitz Larsen frá IA og Aki-Matilda Høegh Dam frá Siumut verða við í kjakinum, sum Enhedslisten skipar fyri.
Aki-Matilda Høegh Dam sigur fyri Sermitsiaq, at hon ikki stillar upp til Inatsisartut. Aaja Chemnitz Larsen hevur ikki tikið støðu enn.
Valið í Grønlandi verður 6. apríl.
Der er valg i Grønland. Skal Siumut fortsætte? Vil venstrefløjen fra IA igen tage over ? Valgkanmpens første vælgermøde på nettet. Del & deltag - alle er velkomne
Posted by Christian Juhl on Fríggjadagur, 5. mars 2021
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald